Navn: Jarpa
Skrásetingar nr.: FR01102
Folað: 31. mai 2003
Deyð: Síðst í novembur 2015
Kyn: Ryssa
Litur: Brún
- Hevði litgenini Ee Aa toto
Stongmát: 124cm uttan skógvar
Sinnalag: Rólig, men eitt sindur stygg og gongur undan, um tú nærkast henni ov nógv.
Fortíð: Libby, sum hon upprunaliga æt, varð folað í Vági hjá Josef Midjord.
Des. 2011 varð hon seld til Erlend Simonsen og flutt til Tórshavn. Hann broytti navn hennara til Jarpa.
Uml. summarið 2014 byrjaði Jarpa at tapa seg nógv. Roynt var at fita hana uppá ymiskar mátar, men onki hjálpti. Djóralæknin var og hugti eftir henni, men visti onki at siga. Summarið 2015 var ein danskur djóralækni í Føroyum, sum arbeiddi við at útvikla heiligvág til ross við cushing's syndrom (PPID). Hann ráddi til at kannað, um Jarpa hevði cushing. Tískil varð blóðroynd tikin og send niður at kanna, og hon vísti, at Jarpa hevði bæði cushing og tvær fylgissjúkur (EMS og hypotyroidisma). Síðani varð serfóður og heilivágur bílagdur. Strilti gekk at fáa hetta til Føroyar og ímeðan bíða var, gjørdist Jarpa heilt illa fyri. Hon legði seg niður og hevði onkursvega skavað húðina runt um bæði eyguni. Tískil varð valt at geva henni frið, og hon varð avlívað.
Avkom:
Mira 3 - FR09102
Lobo - FR10105
? - FR15102