Aftur til Skrásett Ross
Baldur við summarskinni Baldur við summarskinni
Myndin er tikin 6. august 2006
Baldur við vetrarskinni Baldur við vetrarskinni
Myndin er tikin 5. apríl 2005

Upplýsingar

Navn: Baldur
Skrásetingar nr.: FR82101
Folaður: 1981
Deyður: August 2012
Kyn: Hestur - Geldur juni 1985
Litur: Svartbrúnur
- Hevur litgenini E- aa toto --
Stongmát: 121cm
Sinnalag: Sera róligur, og barnavinarligur hestur. Gott ríðingaross til børn og nýbegynnarar.
Eigari: Roar H. Olsen - Arb. og er staddur í Grønlandi
- Er hjá Onnu Louisu Joensen - Argir
Fortíð: Hann hevur iti Jeppi og Rokki fyrr.
Tað einasta vit vita um hann er, at í ár 1995 átti Ólavur Nielsen - Saltangará hann.
Í 1997/1998 keypti Roar H. Olsen hann og eftir hetta hevur hann altíð staðið saman við hinum hestinum hjá Roar, Skinfaksa. Teir báðir hava verið brúktir til mong tiltøk sum t.d. víkingastevnur, handikap-ríding, ponyríðing o.s.v.
Teir hava gingid nógv í Elduvíks-haganum, Eidis-haganum og í Kirkjubøhaganum.
Uml. 2003 (ella áðrenn) fóru teir til Elin í Jákupsstovu at standa, har ymisk nýttu teir til ríðing.
Uml. 2005 yvirtók Anna Louisa Joensen teir, og hon hevur havt teir síðani, eftirsum eigarin er staddur uttanlanda.
Tá Baldur varð 30 ár, misti hann tað mesta av førligheitini í bakbeinunum. Hann stóð og helti við gumpinum og bakbeinunum, so hann var um at detta allatíðina. Tey fingu djóralæknan út, og hann segði, at tá hann var so gamal, kundi tað vera hvat sum helst. Tí var avgerðin tikin um at avlíva hann.


Avkom:
Eingin


Ættartalvan hjá Baldur

Ættartalvan Trýst her, fyri at lesa meira um Jaspur Trýst her, fyri at lesa meira um Lottu 2 Trýst her, fyri at lesa meira um Norðurstovuhestin Trýst her, fyri at lesa meira um Lottu 1 Trýst her, fyri at lesa meira um Káru Trýst her, fyri at lesa meira um Gongurólv 1


Trýst her! Trýst her! Trýst her! Trýst her! Trýst her!
Trýst her! Trýst her! Trýst her! Trýst her! Trýst her!